- Listi E og Javnaðarlistini hava gjørt samstarvsavtalu um at skipa meiriluta í Vágs Býráð valskeiðið 2017 – 2020. Sostatt hava Listi E og Javnaðarlistin gjørt av, at halda áfram við góða samstarvinum komandi fýra árini. Tað verður boðað frá í dag.
Dennis Holm heldur áfram sum borgarstjóri og Eydis Kjærbo heldur áfram sum varaborgarstjóri.
Nevndarformenninar verða býttir soleiðis, at Listi E hevur formannin í Teknisku Nevnd og Havna- og Vinnunevndini, sum verður ein víðkan av verandi Havnanevnd. Javnaðarlistin fær formannin í Mentanarnevndini, Sosialu nevnd og í nýstovnaðu Ungdómsnevndini, sum hevur til endamáls at uppraðfesta ungdómsarbeiði í Vágs kommunu.