Føroyski Dennis Agerblad og hansara drag harkalið komu víðari í kappingini hjá danska TV2, Danmark har talent.
Men hetta gekk ikki beinleiðis sum smurt. Í fyrstu syftu slapp bólkurin ikki víðari, men dómararnir broyttu støðu og vitjaðu heima hjá Dennis fyri at greiða frá, at Dennis og hansara fólk sluppu víðari hóst alt.
Og í síðstu viku stóðu Dennis Agerblad og hansara drag bólkur á palli við einum strúkijarn sangi/dansi. Og Dennis kom víðari í harðari kapping við ein dansibólk við meira siðbundnum stevi.
Dennis Agerblad sigur við Tv2, at drag bólkurin hevði ikki væntað tað stóra.
-Vit hildu ikki, at familjan Danmark dámdi okkum, sigur føroyski Dennis Agerblad.
Summi kenna kanska betri Dennis sum OVA, ið fyri nøkrum árum síðani var frammi við bólkinum maður:glotti.
Síggj samrøðuna her. http://programmer.tv2.dk/danmark-har-talent/nyheder/2015-01-25-overrasket-drag-band-vi-troede-ikke-familien-danmark-kunne