Stutt undan aldarskiftinum var brasilski Denilson heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá hann skifti til Real Betis í Spania. Síðani hevur hann tó fingið mest umrøðu, tí hann hevur verið sinnaður at spælt í donskum ella norskum fótbólti. Nú ljóðar, at Denilson er ávegis til grikskan fótbólt, har felagið, Kavala, sum flutti upp síðsta kappingarár, skal hava víst honum áhuga.
Tíðindi










