Í 1998 bleiv hann heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá hann skifti fra Sao Paulo til Real Betis fyri 240 mió. kr. Talan er sjálvandi um brasiliumannin, Denilson, sum í nógv ár var ímyndin av einum sterkum Betis-liði.
Síðsta kappingarár spældi hann tó fyri Al-Nassr Athletic í Saudi Arabia, og nú hevur bóltsnillingurin valt at ganga sama veg sum David Beckham. Hann hevur nevniliga valt at halda frma á yrkisleið síni í USA, har hann skal umboða felagið Dallas FC.
Denilson gavst á brasilska landsliðnum í 2003, og hann náddi at spæla 61 landsdystir, har hann skoraði níggju mál.










