KÍ hevur nú tapt ímóti báðum havnarliðunum innanfyri seks dagar. Fríggjakvøldið tapti KÍ 0-1 ímóti HB á heimavølli, og í kvøld tapti KÍ á útivølli ímóti B36, og teir eru nú átta stig aftanfyri HB, ið nú er stórur favorittur til at vinna FM-gullið.
Deni Pavlovic var aftur við á liðnum hjá KÍ hesaferð aftaná hann hevði leikbann í dystinum ímóti HB í farnu viku, og Deni Pavlovic gjørdi eisini mun við at javna til 1-1 ímóti B36, men tað rakk ikki til stig í kvøld.
- Hetta er torført hjá okkum fyri tíðina, men vit í KÍ mugu standa saman sum ein familja, sigur Deni Pavlovic, ið viðgongur, at hann er rættiliga vónbrotin um enn eitt tap.
Fyri Deni Pavlovic var tað eitt vónbrot at verða uttanfyri í dystinum ímóti HB, tá metnógv fólk vóru og hugdi eftir einum KÍ-dysti norðuri í Klaksvík. Deni Pavlovic sigur seg trívast væl í Føroyum, og honum dámar væl at verða partur av KÍ-liðnum.
Hann bleiv skaddur í dystinum í dag, sum ger at hann má á sjúkrahúsið eftir dystin. Hann sigur, at hann bleiv hálaður niður og lendi á hondini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Deni Pavlovic aftaná KÍ hevði tapt 1-2 ímóti B36 á útivølli fyrr í kvøld.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum sum komu í dystinum millum B36 og KÍ, og samrøðan Tróndur gjørdi við Róald Jakobsen hoyrast HER










