Serbiski Deni Pavlovic, sum kom til KÍ í 2018, hevur longt sáttmálan til 2025. Tað boðar felagið frá í dag.
- Vit frøast um at kunna kunngera, at Deni hevur longt sín sáttmála við okkum. Deni hevur leikt 129 dystir, og skorað 16 mál. Upprunaliga kom Deni til KÍ sum miðverji, men hevur víst víst at hann kann leika á fleiri plássum - og hevur hann fyri tað mesta røkt plássið á miðvøllinum seinastu tíðina, skrivar ki.fo.
KÍ hevur í vetur sat farvæl við Dmytro Lytvyn, Valerijs Sabala, Meinhardt P. Joensen, Jesper Brinck, Jóannes Bjartalíð og Mathias Rosenørn. Enn er ongin tilgongd staðfest.