Dengue Fever á Roskilde

Poppbólkurin Dengue Fever, ið er nakað øðrvísi enn hinir poppbólkarnir, kann nú síggjast í biografinum. Natfilm Festivalurin í Danmark hevur í ár m.a. bólkin Dengue Fever, sum koma at spæla á Roskilde í ár, á skránni. Filmurin ?Sleepwalking? verður at síggja kring Danmark í mars og apríl, so um tú kemur framvið tá, kanst tú byrja at hita upp til festivalin í summar.

 

Dengue Fever upplivir 60?ara poppin úr Cambodja og úrslitið er sera áhugavert. Cambojanska forsangarinnan Chhom Nimol upptraðkar á ein heilt serligan hátt, meðan tónleikararnir gera ljóðið rokkut og etiopiskt popput.

Filmfestivalurin um Dengue Fever gevur einum ein møguleika fyri at fáa eitt størri innlit í ein av teimum bólkunum, sum hava eina serliga søgu aftan fyri seg. Kríggj, diktatur og lekjandu kreftirnar hjá tónleikinum eru millum evnini í filminum, sum fylgir einari vitjan hjá bólkinum í Cambodja fyri nøkrum árum síðani.

 

Filmurin verður at síggja niðanfyri standandi dagar:

Í Keypmannahavn í Cinematekinum 29. mars kl. 16.30

Í Árhus í Øst for Paradis 1. apríl kl. 22.00

Í Odense í Café Biografinum 2. apríl kl. 21.15

Í Keypmannahavn í Vester Vov Vov 4. apríl kl. 16.00.