Den Danske Mafia og Land & Synir á Jóansøkufestivalinum

Vit kunnu í dag avdúka tvey av nøvnunum, ið spæla á Jóansøkufestivalinum. Talan verður um lurtararvinarligan íslendskan popp rokk frá Land og Synum og eina sera annarleiðis útgávu av John Mogensen løgum við Den Danske Mafia.

Den Danske Mafia hevur blást nýtt lív í allar teir stóru John Mogensen slagararnir, sum eisini eru heimskendir í Føroyum. Munurin er bara, at nú verða slagararnir spældir við einum ísletti av góðum tungum rokki, blues og jazz, sum fær ein at hugsað um eina blanding av John Mogensen og ZZ-Top og Thin Lizzy.
Land og Synir eru ein av fólkakærastu íslendsku bólkunum, og hava fyrr vitja í Føroyum við sínum melidiøsa popprokki, tá spældu teir fleiri sera væleydnaðar konsertir kring Føroyar saman við Taxi.