Demokrati
Í øllum sokallaðum framkomnum londum, hevur demokratiði verið ein av hornasteinumum undir samfelagnum. Tað at fólki hevur rætt til talu, trúgv osv. er ein sjálvfylgja vit ikki hugsa um dagliga. Men fyri at eitt nútímans demokrati veruliga kann virka, er vitanin hjá tí einstaka sera tíðandi. Tað hjálpur ikki at kunna velja, vissi tú ikki veist hvat tú kanst velja ímillum.
Kunning
Og her kemur kunning inn í myndina. Tað er gjógnum upplýsing at vit fáa vitan um nakað. T.d. via tað sum verður hoyrt og sæð. Alt sum vit vita er komið onkunstaðnis frá. Nakað hava vit uppliva sjálvi, okkurt er sagt okkum beinleiðis av fólkamunni og so er tað eisini nógv vit hava hoyrt ella sæð í fjølmiðlunum. Ongantíð fyrr eru vit blivin ávirkaði so nógv gjøgnum fjølmiðlar sum í dag; og hettar rákið er neyvan av enn, nú interneti gongur sína sigursgongd
Keldurnar
Tá vit hava viðurkent at vitan er seta tíðandi fyri at dagligu valini kunna verða gjørd á einum røttum grundarlagi, og at kunning/upplýsing er grundarlagi undir vitanini, so er hóskandi at spyrja hvaðani kemur hendan upplýsing. Hvørjar eru keldurnar?
Politisk upplýsing
Á løgtingsins fíggjarlóg, standa á hvørjum ári nakrar milliónir til politiska upplýsing. Upphæddin verður luta politisku flokkunum til at kunna um teirra politisku sjónarmið. Ein kann yvast í um hesir pengar vera væl brúktir ella ikki, men um ein boðskapur skal koma ítøkiliga fram, so kunna vit nokk semjast um at pengar hjálpa væl til, um teir vera nýttir við skili. Pengarnir blíva býttir eftir tingmannatali flokkana og tað er so nøkunlunda rættvíst.
Ódemokratiði
Eftir at hava hoyrt Høgna Hoydal snakka um at einki kann vera meira demokratiskt gjógnumført enn fullveldismálið, so má eg siga at eg eri ógvuliga ósamdur. Fullveldis-sannføringar-hetsin er so gjøgnumførd ódemokratisk, at tað stinkar. Ein ræðumynd um peningaveldi í politikki, er amerikanska forsetavali. Her er tað stuttsagt ógjørligt at koma uppá tal sum valevni uttan at hava nógvar milliónir í rygginum. Men eru støðan í Føroyum so nógv betur?
Slangan í kassanum
Samgonguflokkarnir fáa eins og andstøðuflokkarnir politiska upplýsing. Men hyggja vit eftir hvussu nógvir pengar í dag eru og vera brúktir til at marknaðarføra fullveldismálið (teirra flokkspolitisku sjónarmið), so er talan um milliónir, sum væl at merkja ikki vera bókaðar sum politisk upplýsing.
Hvussu kann umrøðan um ríkisrættarligu støðu okkara sigast at vera demokratisk, tá kunningin og miðlarnir til hettar eru so ójavnt býtt? Tað er gaman í at ferðast landið runt likamliga, á pappíri, gjøgnum luftina ella í cyperspace við fullveldis boðskapi, tá gildið verður goldið við slangu í landskassanum ? uttanum politiska upplýsing.
Rættvísi
Skula vit snakka um rættvísi og demokratiska mannagongd, so er minstamarki at partarnir í umrøðuni hava somu møguleikar til at marknaðarføra seg og sín boðskap. Hettar er so langt frá veruleikin tá vit snakka um umrøðuna av ríkisrættarligu støðu okkara og teimun avgerðum í standa fyri framman.
So til samgonguna, um tit veruliga ynskja okkara ríkisrættarligu framtíð at vera avgjørda á einum sonnum demokratiskum grundarlagi, so kundi verið hóskandi at byrja við at givið andstøðuni, somu peningaligu fiskiloyvi á somu grunnum, sum tit so ríkiliga troyta!
Gunnar K. Nattestad