Kenni sjálvur onki dømi til hetta fyribrygdi í Føroyum. Gjaldi mítt valstríð sjálvur. Men til tey, vil eg siga, at antin má tað vera sum nú, nevnliga, at hvørt valevni brúkar ta støðu, sum hann ella hon hevur í samfelagnum og t. v. s. kann brúka hetta politiskt. Ella skulu heilt greiðar reglar setast upp fyri, hvør ið kann stilla upp og hvussu eitt valstríð skal fara fram og hvussu tað verður fíggjað.
Eitt annað dømi, sum eg haldi er nógv meira aktuelt, er Demokratia. Har er forkvinnan stillað upp til komandi løgtingsval. Demokratia er á fíggjarlógini t. v. s. tað er skattgjaldarin sum rindar hetta annars góða átak. Forkvinnan sleppur at profilera seg í fjøðlmiðlunum upp á nakkan á Demokratia. Hetta sleppa øll hini kvinnuligi valevnini ikki. Skal nøkur meining vera við Demokratia, so eiga tey t. d. at seta eina felagsmynd av øllum kvinnuligu valevnunum í bløðini og ella á annan hátt at profilera allar kvinnurnar sum stilla upp og ikki bara forkvinnuna.
Annars Gleðilig Jól øll somul!









