Tað er framvegis undirtøka fyri forsetanum í USA, Joe Biden, millum demokratisku guvernørarnar í landinum.
Tað sigur demokratiski guvernørurin í statinum Maryland, Wes Moore, hósnáttina okkara tíð eftir kreppufund í flokkinum.
Kallað varð til fundar eftir laka avrikið hjá Biden í kjakinum í farnu viku ímóti fyrrverandi republikanska forsetanum Donald Trump.
Á fundinum skuldi Biden royna at sannføra guvernørarnar um, at hann framvegis er skikkaður at stilla upp til forsetavalið.
Guvernørurin í statinum Minnesota, Tim Walz, sigur eftir fundin, at Biden er skikkaður at vera forseti.
/ritzau/Reuters