Demokratiið er ódemokratiskt

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen viðgongur, at hann fór út um mark, tá hann kallaði muslimar »svín«. - Men talu- og trúarfrælsi riggar ikki, og demokratiska skipanin er tann mest ódemokratiska av øllum, sigur hann

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, skrivari hjá Huxa, er ógvuliga hvassorðaður í kjaki á Facebook um dagarnar. Aðrastaðni á in.fo kunnu tey lesa, hvussu hann kallar muslimar fyri »svín« og har hann sigur, at talu- og trúarfrælsi ikki riggar í praksis.

 

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen sigur, at hetta hevur hann ongantíð sagt sum skrivari hjá Huxa.- Hetta er mín persónliga meining, leggur hann dent á.


Jóhan Eli Lyngvej Poulsen viðgongur eisini, at hann fór út um mark, tá hann kallaði muslimar »svín«.

 

Les eisini: Talu- og trúarfrælsi riggar ikki

 

- Hatta varð skrivað í eini heitari løtu, men tað er ógvuliga vánaligur kjaksigur at siga so, ásannar Jóhan Eli Lyngvej Poulsen.
Hann sigur eisini, at ungmannafelag Fólkafloksins, har hann er skrivari, hevur vent sær til hansara, tí tey ikki hildu hansara skriving vera hóskandi.- Tey spurdu, um eg ikki kundi strika mínar viðmerkingar, men tað havi eg gloymt at gera, sigur Jóhan Eli Lyngvej Pousen.

 

Talu- og trúarfrælsi er ein av hornasteinunum undir demokratisku skipanini, sum vit kenna í vesturheiminum. Tú metir ikki, at tað riggar?

- Tann mest ódemokratiska skipanin, sum vit kenna, er demokratiið, tí vit síggja so nógv dømi um, at smáir minnilutar kúga meirilutan. Teir lata seg koma í martyrstøður, sum teir ongantíð kunnu tapa, førir Jóhan Eli Lyngvej Poulsen fram.

 

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen hevur síðani samrøðuna slettað viðmerkingarnar á Facebook.