Tekur tú undir við, at vit mugu fáa kynsjavnvág í politisku skipanini nú? Fert tú á Summarfestival? So hevur tú møguleikan at stuðla átakinum hjá Demokratiu og vísa, at tú tekur undir við hesi hugsjón.
Umboð fyri Demokratiu verða í Klaksvík fríggjadagin og leygardagin. Her fara tey eins og tey gjørdu á G! at bjóða fólki at fáa málað ok nýggja búmerkið á vangan og at fáa eitt av armbondum teirra.
Nærri boð um tíð og stað vera at finna á www.facebook.com/demokratia.fo<http://www.facebook.com/demokratia.fo> Her fara tey eisini at bjóða fólki at senda sær góðar myndir við búmerkinum á. Um tey fáa myndir inn, sum tey meta eru hóskandi at brúka á heimasíðuni og í lýsingum frá Demokratiu, lata tey eina súmbolska samsýning. Sjálvsagt skulu eisini eisini frammanundan fáa loyvi til hetta frá teimum, sum eru á myndini, og frá myndaeigaranum.
Les meira um átakið Nú er tann stundin á www.demokratia.fo/default.asp