Sum kunnugt varð Demokratia stovnað við tí endamáli at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Tí undrar tað Bjarta Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum, at forkvinnan í nevndini, Eyðgunn Samulesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum sleppur at profilera seg sjálva uppá nakkan av Demokratia, meðan onnur kvinnulig valevni ikki fáa sama møguleika.
Sjálv skilur Eyðgunn Samuelsen trupulleikan, men dugir ikki rættiliga at síggja, hvussu hon kundi borið seg øðrvísi at.
Ivast í boðskapinum
Nógva fokusið á forkvinnuna og harvið á eitt valevni fær Bjarta Mohr at ivast í, hvør boðskapurin hjá Demokratia er.
- Sum lesari, hyggjari og í síðsta enda sum veljari kanst tú ivast í, um boðskapurin er: ”Vel Eyðgun!” ella um hann er: ”Vel eina kvinnu”. Í øllum førum er tað vorið trupult at skyna ímillum, nær Eyðgunn Samuelsen tosar sum forkvinna í Demokratia, og nær hon tosar sum valevni fyri Javnaðarflokkin, sigur Bjarti Mohr.
Sjálvur heldur hann, at forkvinnan í Demokratia átti at latið onkran annan lim umboða nevndina úteftir, til valið er av. Ein annar møguleiki var, at Demokratia syrgdi fyri, at øll kvinnulig valevni vóru avmyndað á eini felagsmynd í Demokratia høpi heldur hann.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at nevndin í Demokratia er varug við trupulleikan, men hevur ikki hildið seg kunna handfarið hann øðrvísi.
- Flestu nevndarlimirnir í Demokratia eru uppstillaðir fyri onkran flokk, so tað hevði ikki broytt um støðuna at lati onkran annan traðka fram, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hinvegin heldur hon tað vera eitt gott hugskot við eini felagsmynd av øllum kvinnuligu valevnunum, men minnir á, at slíkt altíð er ein spurningur um fígging.
Lágan profil
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at Demokratia seinastu mánaðirnar hevur koyrt eina tvørpolitiska herferð, har heitt verður á fólk um at velja eina kvinnu, ikki nakra einstaka kvinnu. Hetta hevur allatíðina verður partur av arbeiðssetninginum hjá felagsskapinum, sum var, at leggja eitt álit fram um, hvussu vit kunnu økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki. At álitið skuldi leggjast fram beint eftir, at valið varð útskrivað, var ikki nakað, Demokratia hevði nakra ávirkan á, staðfestir hon.
- Tað hevði verið løgið, um ikki forkvinnan í felagsskapinum gjørdi seg galdandi í sambandi við framløguna, sigur Eyðgunn Samuelsen og leggur afturat, at hon sum forkvinna í Demokratia illa fær vart seg fyri spurningum frá fjølmiðlunum.
Burtursæð frá framløguni av álitinum beint fyri jól, heldur Eyðgunn Samuelsen seg annars hava hildið sera lágan profil í Demokratia høpi líka síðani Fólkatingsvalið varð útskrivað.
Skattgjaldarin rindar
Eyðgun Samuelsen er ikki einasta valevni, sum samstundis situr í einum formanssessi. Heldur Bjarti Mohr harvið, at allir formenn í framstandandi feløgum, ið samtundis eru uppstillaðir, áttu at tikið seg aftur, meðan valstríðið stendur uppá?
- Nei, tí við Demokratia er tað øðrvísi. Hetta er ein felagsskapur, sum hevur fingið sum arbeiðssetning at fáa so nógvar kvinnur sum gjørligt inn á ting, ikki bara eina einkulta. Harafturat er Demokratia jú á fíggjarlógini. Tí kann tað skjótt kann koma at síggja út sum, at tað er skattgjaldarin, sum fíggjar valstríðið hjá einum enstøkum valevni, sigur Bjarti Mohr.
Hann vil tó ikki vera við, at forkvinnan við vilja hevur gjørt sær dælt av Demokratia fyri at fremja sítt egna valstríð.
- Nei, tað trúgvi eg ikki, men onkur hevur ikki hugsað seg nóg væl um í øllum hesum, og tað er stak óheppið, sigur hann.
Eyðgun Samuelsen skilir tó ikki, hví Bjarti Mohr ger so nógv burturúr hesum, havandi í huga, at arbeiðssetningurin hjá Demokratia er av, og ivasamt er, um nevndin yvirhøvur skal halda fram.
- Offisielt er okkara leiklutur liðugur, so tað verður ikki uppá nakkan av Demokratia at nakar nevndarlimur kann profilera seg stórvegis restina av valstríðnum, sigur Eyðgun Samuelsen.