Demokratia kann halda fram

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot hjá Tjóðveldi, soleiðis at Demokratia skal halda fram við sínum virksemi 17 atkvøddu fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi, sjey ímóti, og ein atkvøða var blonk.

Upprunaliga ætlaði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, at Demokratia ikki skuldi halda fram. Men eftir at hava fingið frágreiðing frá Demokratia mælti Bjarni Djurholm í gjár Løgtinginum til at lata Demokratia halda fram.

Landsstýrismaðurin hevur nú biðið fíggjarnevndina hjá Løgtinginum játta Demokratia eina hálva mió. krónur aftur næsta ár.