Barack Obama og hansara demokratar varðveita meirilutan í Senatinum aftan á miðvalið í gjár. Í Kalifornia hevur demokratiska valevnið Barbara Boxer vunnið, og tá demokratarnir frammanundan høvdu vunnið í West Virginia, er tað greitt, at tann demokratiski meirilutin í Senatinum er tryggjaður, sigur CNN.
Tey seinastu tíðindini siga, at formaðurin í Senatinum, demokraturin Harry Reed, er afturvaldur í statinum Nevada. Hann hevur annars havt sera harða kapping frá republikanska valevninum Sharon Angle.