Demokratarnir taka Umboðsmannatingið

Republikanararnir varðveita meiriutan í Senatinum eftir miðskeiðsvalið í USA í gjár

Í gjár var miðskeiðsval í USA, og stórur spenningur var um, hvussu tað fór at ganga við valinum til Kongressina, sum er býtt upp í tvey kømur – Umboðsmannatingið og Senatið.

AP skrivar, at Demokratarnir hava vunnið meirilutan í Umboðsmannatinginum, tí tey hava fingið tey 218 plássini, sum skulu til. Endaliga uppteljingin er ikki liðug enn. 

Harvið taka Demokratarnir valdið frá Republikanarunum í Umboðsmannatinginum, meðan Republikanarnar varðveita meirilutan í Senatinum.