Demokratarnir á landsfundi

Demokratiski flokkurin í USA setti í dag landsfundin, sum formliga skal staðfesta, at Barack Obama er forsetavalevni floksins. Landsfundurin er í býnum Charlotte í statinum North Carolina, og ætlanin er, at fundurin skal geva Obama vind í seglini, so hann kann vinna á Mitt Romney í heyst.

Høvuðsrøðari á landsfundinum í kvøld er forsetafrúan Michelle Obama, og hon skal royna at sannføra veljararnar og serstakliga kvinnurnar um, at maður hennara eigur at sleppa at halda fram í Hvítu Húsunum. Aðrir røðarar á landsfundinum eru eitt nú Bill Clinton, fyrrverandi forseti og Julian Castro, borgarstjóri í San Antonio, sum skal tryggja Obama atkvøður frá tí spanskttosandi minnilutanum í USA.

Sjálvur var Barack Obama í Norfolk í Virginia í dag, og har royndi hann at greiða fólki frá teimum tiltøkum, sum hann og stjórn hansara hava framt á heilsuøkinum.