Demjanjuk í Týsklandi

John Demjanjuk, sum er skuldsettur fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga, er nú latin týska ákæruvaldinum Tann nú 89 ára gamli John Demjanjuk, ið arbeiddi sum vaktarmaður í nazistiskum týningarlegum undir seinna heimsbardaga, kom í morgun til Týsklands úr USA.

Hann er útflýggjaður úr USA eftir áheitan frá týska ákæruvaldinum, sum hevur ákært hann fyri at hava verið við til at beina fyri 29.000 jødum í ymsum týningarlegum í Póllandi og Týsklandi.

John Demjanjuk, sum er ættaður úr Ukraina, var fyrst sovjetskur hermaður. Men týskararnir tóku hann fanga í 1942, og stutt eftir fekk hann arbeiði sum vaktarmaður í einari týningarlegu. Eftir kríggið flýddi Demjanjuk til USA og fekk amerikanskan ríkisborgararætt, sum tó bleiv tikin frá honum seinni.