Handil
Demich er ein fyritøka, sum veitir allar tænastur innan hita, ventilatión og sanitet. Í næstum fer felagið av álvara at bjóða seg fram á Skálafjørðinum við handli, verkstaði og goymslu.
Um hálvan mars letir Demich soleiðis upp í hølunum, har Rúsan í Saltangará var áður. Hetta er bygningurin, sum er kendur undir navninum Stokkastovan.
Sosialurin hevur skilt, at Demich í sambandi við upplatingina í Saltangará eisini fer at bjóða fram eina nýggja og dagførda heimasíðu.
Demich-søgan
Tað var hin 27. januar í 1960, at Fa. Demich varð stovnað, og hin 17. februar í 1971 varð felagið umskipað til partafelag. Um hetta mundið helt felagið til á Tinghúsvegnum í Havn.
Stovnararnir av fyritøkuni vóru Johannes C. Michelsen (Lill) og Óli F. Debess, sum ávikavist vóru stjóri og blikksmiðjur. Tað er haðani, at navnið Demich kemur - DE fyri Debess og MICH fyri Michelsen.
Hin 10. november í 1982 keyptu verkfrøðingarnir, Simon Hansen og Trygvi F. Guttesen, felagið.
Nýbygging
Í 1987 flutti Demich í nýggjan bygning í Stiðjagøtu í Havn, har fyritøkan bæði hevur handilshøli, verkstað og goymslu.
Í 1994 teknaðu Torbjørn Hansen, Bjarne Hansen og Olav Guttesen partapening í felagið og komu soleiðis í nevndina.
Í 2001 fór Simon Hansen frá sum stjóri, og í hansara stað vart Torbjørn Hansen settur.
Umframt handil, verkstað og goymslu í Stiðjagøtu, heldur Demich eisini til í Vági – og nú verður so um hálvan mars latið upp í Saltangará.