Demich er eitt samlað konsept

- Málið hjá okkum er, at tað skal vera eitt “konsept” at koma inn á tær tríggjar deildirnar hjá Demich kring landið, sigur sølu-og marknaðarleiðarin, Heini Joensen

Demich

 

- Vit hava tann fyrimun fram um aðrar slíkar fyritøkur í landinum, at vit hava verkfrøðingar í starvi hjá felagnum.

Tað sigur Tórbjørn Hansen, stjóri.

Hann vísir á, at uppgávurnar hjá verkfrøðingunum eru at gera verkætlanir fyri viðskiftafólk.

- Vit bæði bæði projektera, geva tilboð og fremja arbeiði. Byggifyritøkur og onnur kunnu koma til okkara, og so vilja vit í samráð við arbeiðstakarar verða við til at leggja loysnirnar til rættis, leggur stjórin aftrat.

 

Eitt konsept

Heini Joensen, sum er settur at taka sær av handils-og marknaðarpartinum hjá Demich-fyritøkuni, sigur, at málið hjá teimum er, at tað skal vera eitt “konsept” at koma inn á tær tríggjar deildirnar hjá Demich kring landið.

- Vit vilja gjarna, at handils-og tænastuparturin skal veksa, eins og vit í størri mun vilja røkka sethúsamarknaðinum. Okkara útboð innan hvs er stórt, og tað er eisini áhugavert. Vit hava skipað okkum soleiðis, at alt, sum fæst á einari deild, fæst á øllum trimum deildunum hjá okkum, og og soleiðis fevnir handilsvirksemi um eitt og sama konsept, sigur Heini Joensen, sølu-og marknaðarleiðari hjá Demich.