Tórshavnar kommunu hevur sett á stovn eitt demenstoymi, mannað av fimm kvinnum, ið hevur fingið til uppgávu at betra um umstøðurnar hjá eldri borgarum við demens.
Tær fimm kvinnurnar, ið eru sett at leiða hetta arbeiðið, eru Ann-Mari Jensen, Jonna á Sondum Estbú, Súsanna í Soylu, Barbara S. Djurhuus og Poula Sørensen, meðan Sóley Haraldsen og Elsebeth Bolstad eru varafólk.
Toymið fer alt fyri eitt til verka, og verður teirra uppgáva millum annað at menna demensvinarligar tænastur í kommununi og skipa fyri undirvísing til starvsfólk innan eldraøkið um demens. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.