Demenskvøld í Miðlahúsinum

Mánakvøldið 24. septembur kl. 19.30 skipar Alzheimerfelagið fyri evniskvøldi um samspælið millum avvarðandi hjá demenssjúkum og starvsfólk innan heilsuverkið. Evnið verður: Tá ið demens gerst partur av gerandisdegnum.

Í sambandi við, at altjóða alzheimerdagur er í dag, 21. september, skipar Alzheimerfelagið fyri fyrilestri í Miðlahúsinum mánakvøldið.

Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at fyrilesturin fer at snúgva seg um, at tá ið ein av okkara næstu verður raktur av demens, rakar sjúkan øll og alt broytist. Gerandisdagurin gerst truplari, og leiklutur og uppgávur okkara broytast. Krøv til maka, børn og næstringar vaksa. Í tílíkum føri eru vitan, stuðul, vegleiðing og góð ráð týðandi partur fyri at lætta um gerandisdagin. Góða samspælið millum starvsfólk og næstringar gerst fyritreytin fyri trivnaðinum hjá sjúklinginum.

Fyri avvarðandi er støðið fyri samstarv øðrvísi enn fyri starvsfólkini. Talan er um tvær sera ymiskar støður. Hvønn týdning hevur tað fyri samspælið millum starvsfólk og avvarðandi?

Hvussu er leikluturin sum avvarðandi, sæddur við teirra eygum og sæddur við eygunum hjá starvsfólkunum. Samsvar og frábrigdi, ið eru treyt fyri góðum samstarvi.


Demens-kanón talar

Fyrilestrarhaldari er Birgitte Vølund, ið er sjálvstøðugur sjúkrarøktarfrøðingur og master í gerontologi. Fyrilesturin er tikin úr einari 3-ára langari verkætlan um avvarðandi at veikum eldri. Tey seinastu 25 árini hevur hon arbeitt innan eldrarøkt og verið við til at menna demensøkið. Hon arbeiðir nú sum sjálvstøðugur eldraráðgevi. Birgitte hevur ábyrgdina av útbúgvingini av demenssamskiparum í Danmark og arbeiðir harafturat við umsorgan og gerandislívi hjá gomlum á røktarheimun og teirra avvarðandi. Birgitte hevur verið í Føroyum fleiri ferðir í sambandi við útbúgving og ráðgeving innan eldaøkið.

Alzheimerfelagið sigur, at eftir fyrilesturin er kjak á skránni, og at øll eru vælkomin.