Demensdeildin miseydnaðist

Vantandi røktarheimspláss í Føroyum eru atvoldin til, at demensdeildin á sjúkrahúsinum er vorðin ein tung røktardeild. Avleiðingin er, at lítið pláss er til viðgerð av dementum á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Orðini vóru føgur og ætlanirnar stórar, tá ein deild fyri dement lat upp á sjúkrahúsinum í 1999. Men longu nú trý ár seinni kann staðfestast, at royndin miseydnaðist.
Deildin virkar ikki, sum hon eftir ætlan skuldi, viðganga bæði Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni fyri psykiatriska deplinum, og Marjun Restorff, leiðari fyri gerontopsykiatrisku deild 7, sum hon kallast.
Høvuðsendamálið við D7 var at útgreina og at viðgera sjúkuna demens. Sostatt skuldi deildin vera eina sjúkradeild á psykiatriska deplinum ? og ikki ein røktardeild. Men tað er júst tað, sum hon er vorðin.

Tipt deild
Av teimum 12 plássunum á deildini virka 11 pláss sum vanlig røktarbúpláss, og deildin er at meta sum ein tung røktardeild. Tað vil siga, at deildin er tipt, tí pláss er ikki fyri nýggjum sjúklingum.
Orsøkin er, at ongi pláss eru úti í samfelagnum til fólk við demens.
? Upprunaliga ætlanin við deildini var at taka fólk til kanningar fyri at fáa staðfest, um tey høvdu demens ella aðra sjúku og síðan at viðgera tey sum frægast. Aftaná skuldu tey sleppa heim, á røktarheim ella sambýli. Men tað síðsta kiksaði. Tey hava ongastaðni at fara, og tí stranda tey her, og deildin virkar ikki, sigur Sofus Joensen.
Hetta merkir, at starvsfólkini á deildini ikki gera tað, sum tey skuldu, sigur Marjun Restorff, deildarleiðari. Tann gerontopsykiatriski førleikin á deildini verður brúktur til lutfalsliga fáar sjúklingar, og tey mongu, ið hava hendan tørvin kring landið, fáa ikki ta viðgerð, sum tey hava fyri neyðini.

Ikki hoyrd
Leiðandi yvirlæknin er ikki í iva um, hví tað gekk, sum tað gjørdi, hóast ætlanirnar vóru góðar.
? Ongin av okkum blivu spurd til ráðs. Vit fingu hálað nakað niður yvir høvdið og fingu ikki sagt okkara hugsan, sigur Sofus Joensen.
Hann mælir til eina heilt aðra hugsan á økinum.
? Vit hava mælt til, at hendan deildin verður flutt undir almannaverkið. Síðan skal eitt toymi gerast, sum kann fara út í heimini at kanna og viðgera fólk við demens, tí tey hava heldur ikki gott av at verða flutt úr sínum umhvørvi, sigur Sofus Joensen.

Neyðug roynd
Marjun Restorff sigur, at tey hóast alt kunnu vera glað fyri tær royndir, sum deildin hevur givið sjúkrahúsverkinum.
? Tað er sjálvandi okkurt galið, tá tað ikki eru sjúklingar, men fólk, sum hava brúk fyri røkt, ið liggja á einari sjúkrastovu. Men vit høvdu ongar royndir á økinum, tá vit byrjaðu, og tær hava vit fingið nú, sigur Marjun Restorff.
Deildarleiðarin vísir á, at tað ikki er tørvur á so nógvum plássum á eini gerontopsykiatriskari viðgerðardeild.
? Ein serlig deild fyri dement skal varðveitast, har pláss kann vera fyri nøkrum sjúklingum, og síðan eiga starvsfólkini at fara út til sjúklingarnar í heimunum, sigur hon.
Hetta samsvarar eisini við álitið »Heildarpsykiatri 2002«, har tað verður lagt upp til, at tað økispsykiatriska prinsippið um viðgerð í heimligum umhvørvi verður praktiserað.

Myndatekst
Deild 7 á Landssjúkrahúsinum virkar als ikki eftir ætlan, staðfesta starvsfólk í psykiatriska deplinum