Demens er ikki nøkur óvanlig sjúka, og viðhvørt kann tað gerast trupult hjá starvsfólki, har viðkomandi býr og hjá familjuni annars at fáa samband við hin minnisveika. Viðhvørt hevur tað eydnast væl at lata hin minnisveika fáa vitjan av einum hundi.
Tað er ikki óvanligt, at atferðin hjá tí minnisveika er órólig, og at náttarsvøvnurin verður avbrotin. Eisini er kent, at hin minnisveiki hevur hug at rýma úr húsunum, har viðkomandi býr ella heldur til.
Hóast álvarsliga sjúkur, er hin minnisveiki eitt menniskja við sínari egnu søgu, og hjá teimum avvarðandi og starvsfólki kann bara eitt "glimt" í eygunum hjá tí gamla ella eitt smíl á varrunum kennast sum nakað stórt.
Á nógum røktarheimum verður í dag arbeitt við kommunikatión, minnum, matbólkum og lívssøgum, sum kunnu stimbra undir lívsgóðskuna hjá teimum gomlu og minnisveiku og soleiðis minka um tørvin á heilivági.
Tað eru eisini fleiri røktarheim, sum hava høsn, hundar ella fuglar, sum tey gomlu kunnu hjálpa til við at ansa.
Í 2010 byrjaði tað, sum danir rópa Trygfonden, eina granskingarverkætlan, har fólk, sum eiga hund, sjálvboðin koma á vitjan hjá fólki á ellisheimi.
- Meðan verkætlanin hevur koyrt, hava vit upplivað, at tað hevur verið lættari at koma í samband við borgarar, sum líða av demens, tá vit hava havt hundin við.
Danska heimasíðan www.helse.dk skrivar, at tey dementu tykjast uppliva eina slíka vitjan, sum um tað er ein "ikki vandamikil" triði persónur við, ið virkar sum ein "ísbrótari".
- Fleiri av borgarunum fáa fleiri orð, tá tey tosa við hundin. Tað vísir seg, sum um tað ikki ger so nógv, um tey siga okkurt býtt - ella, um orðini ikki eru so samanhangandi, tá tey tosa við hundin.
Lagt verður aftrat, at nógvar góðar og positivar upplivingar hava verið í samband við verkætlanina.
- Ein kvinna við tunglyndi, sum hevði verið seingjarliggjandi í tvey ár, stóð glað og læt seg í klæðini. Síðan fór hon inn í stovuna at bíða eftir síni hundavitjan.
Ein onnur seingjarliggjandi kvinna, sum einki mál hevði, sum hvørki kundi flyta armar ella bein og lá til at doyggja, legði seg tætt til hundin og kelaði honum við sínum kinnum.