Fiskavirkið á Tvøroyri, Delta Seafood, hevur keypt bæði landingarmiðstøðina á Tvøroyri og frystigoymsluna hjá Faroe Cold Store í Vági, sum Delta Seafood eigur saman við Apama í Vági.
Magnus Jespersen, stjóri í Delta Seafood, sigur við Suðuroyarportalin, at íløgurnar eru gjørdar, sjálvt um rávørunøgdirnar í løtuni ikki eru líka stórar, sum tær fyrr hava verið.
Skipini, sum vanliga tryggja Delta Seafood rávøru, fara at landa til landingarmiðstøðina, og eisini verður møguleiki hjá øðrum skipum at leggja upp veiðuna har.
Frá landingarmiðstøðini verður fiskurin so fluttur til tey støðini, har fiskur frá Delta Seafood vanliga verður arbeiddur, skrivar Suðuroyarportalurin.










