Makrelur
Tað er ikki bara í veiðiliðnum, at menn eru spentir upp á makrelvertíðina, sum stundar til. Eisini uppi á landi eru vinnulívsfólk spent upp á, hvat kann fáast burtur úr hesum fiski, um makrelur aftur verður at fáa í føroyskum sjógvi í summar.
Fyri eini tíð síðan var fundur á Tvøroyri millum útróðrarmenn og vinnulívsfólk um møguleikarnar at veiða makrel við dorg og sleppa av við fiskin til føroysk virkir.
Á hesum fundi læt umboð fyri Delta Seafood á Tvøroyri útróðrarmenn vita, at felagið er áhuga í hesum tilfeingi og møguleika, sum makrelurin er.
- Men skulu vit kunna gera okkara royndir við hesum fiski, er sjálvandi neyðugt, at menn fara at fiska.
Og líkt er til, at tað vilja menn gjarna.
Í Sosialinum fyrr í hesi vikuni vístu vit á samrøðu, sum Kristian Zachariassen á Havstovuni hevur havt við Dánjal Jákup Andreassen, sum stóð fyri eini ávísari móttøku av makreli í fjør summar.
Tað var felagið Atlantis í Vestmanna, sum keypti ávísar nøgdir av makreli frá útróðrarmonnum í fjør summar.
Nú er so líkt til, at Delta Seafood á Tvøroyri eisini liggur framvið og hevur áhuga fyri hesum tilfeingi og hesum møguleika, sum makrelur veiddur av útróðrarmonnum kann geva.
Sosialurin hevur í dag tosað við umboð fyri felagið á Tvøroyri, og her verður váttað, at áhugi er fyri makrelinum.
- Vit lótu útróðrarmenn á nevnda fundi á Tvøroyri vita, at vit gjarna vilja vera við til at birta uppundir møguleikan hjá útróðrarmonnum at veiða makrel.
Umboð fyri felagið vísir á, at skal nakað spyrjast burturúr hesum, mugu menn gera sínar royndir við veiði.
- Hvat vit annars kunnu gera við hendan fiskin, má so vísa seg til ta tíð, men onkrir møguleikar eru.
Sagt verður, at eingin bátur í Suðuroy fiskaði makrel við dorg í fjør summar, men tað vóru fleiri útróðrarmenn, sum raktu við makrel í vanligari snelluveiði eftir øðrum fiskasløgum.
- So, vit eru til reiðar at gera okkara royndir at keypa og selja makrel, og vit eru soleiðis eisini til reiðar at geva útróðrarmonnum møguleikan at fara á hesa veiði í summar, siga tey á Delta Seafood á Tvøroyri.