Delmar hevur góðar vónir

Men, borgarstjórin í Hovs kommunu hevur einki boð uppá, nær Suðuroyggin fær fast samband

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?  

 

- Tað er trupult at spáa um framtíðina, men eg havi góðar vónir um, at vit fara at fáa fast samband.

 

Tað sigur Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?

 

- Hann kemur at hava stóran týdning.

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?  

 

- So koma vit at halta aftaná restini av landinum, eins og vit gera nú.

 

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?

 

- Nei, tað havi eg ikki, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu.