Del Potro vann US-Open

Fyri fyrstu ferð í seks ár eitur meistarin í US-open hjá monnum ikki Roger Federer. Federer tapti í gjáranáttaina 3-2 móti argentinska Juan Martin del Potro. Dysurin, sum endaði 3–6, 7–6(5), 4–6, 7–6(4), 6–2, vardi í gott og væl fýra tímar, og er talan við hesum um longsta finaludystin á Flushing Meadows.