Í triðu royndini eydnaðist tað Alberto Zaccheroni at vinna við Juventus, har hann tók við sum venjari í januar mánaði. Á heimavølli móti Genoa eydnaðist tað hjá Juventus at vinna 3-2. Alessandro Del Piero, sum undan dystinum bert hevði tvey mál á kontini hetta kappingarárið, skoraði til bæði 2-1 og 3-2. Seinna málið kom eftir brotsspark, sum Genoa-spælararnir vóru alt annað enn fegnir um.