Torres hevur ikki skorað í HM-kappingini higartil, hóast hann hevur verið við í øllum fýra dystunum hjá Spania, men hóast tað heldur venjarin fast við Liverpool-áleyparan leygardagin.
Okkara áleypari er Torres. Hann hevur verið við í fýra dystum og hevur leikt nógvar minuttir. Og hann fer at leika fleiri. Vit hava fult álit á honum, sigur Vincente del Bosque.
Torres kom til HM júst komin fyri seg eftir ein skaða og var tí ikki í dystarvenjing. Kortini hevur hann leikt allar dystirnar hjá Spania. Eftir at hava staðið seg illa í fyrra hálvleiki móti Spania varð hann útskiftur í hálvleikinum við Fernando Llorente.
Væl leikandi Llorente var nær við at skora tvær ferðir, og hann var eisini við í uppspælinum til málið hjá Villa, men kortini tosar hann niður møguleikan at byrja inni móti Paraguay.
Eg hevði ikki rokna við so góðum ummæli, men tað var gott at fáa møguleikan. Tað hevur verið gott, og at eiga ein leiklut í einum so týðandi sigri, ger tað bara betri. Vit hava nakrar ótrúligar spælarar á liðnum, og tá teir á beinkinum eisini hava uppiborið at spæla, gerst alt enn truplari. Allir hava uppiborið at spæla, men tað er venjarin, ið ger av, so tað er bara at vera klárur, tá hann sendir boð eftir okkum, sigur Fernando Llorente.