Hósdagin hin 9. mai í ár, sum er komandi hósdag, verða 100 ár liðin, síðan báturin á myndini - Makrelurin 2 SA 148 - fyrstu ferð varð flotaður.
Tað var Elias Johansen, Elias í Rættará, róptur, sum smíðaði bátin.
Fyrsta navnið, sum deksbáturin hevði, var Johanna TG 480, og hetta navn bar báturin árini frá 1919 fram til 1972.
Onnur nøvn upp gjøgnum tíðirnar eru Móðanes, Sólrun 2, Sjóbrandur, Borðkollur, Hvessingur – og seinnu árini Makrelurin 2.
Sagt verður, at hetta er elsti bátur, ið hevur Skopun sum havn.
Makrelurin 2 er snøggur deksbátur; hann er væl hildin og er í góðum standi í mun til høga aldurin.