Dekkini hava alt at siga

Dekkini eru bindiliðið millum bilin og vegin. Tað hevur tí alt at siga, hvørjum standi dekkini eru í ? og at vit velja røttu dekkini til umstøður. Tað er einans undanførsla, at geva umstøðunum skuldini fyri óhappið

»Hálka var orsøkin til óhappið?«

Soleiðis velja tíðindafólk ? og enntá løgreglufólk við ? at lýsa orsøk til óhapp í hálku. Lesa vit henda setning nágreiniligari, so er mótsøgnin fullkomin. Tí hálkan kann ikki vera ein orsøk. Tað vildi verið tað sama sum at sagt, at »eldurin var orsøkin til, at húsini brunnu«, ella at »sjógvurin var orsøkin til at báturin sakk« ella at »krútið var orsøkin til, at bumban brast?«

Umstøðurnar kunnu vera so ymiskar, men tað er altíð førarin ? og metingarevni hansara, ið eru avgerandi fyri, hvussu trygt vit koyra ? og um vit í heila tikið skulu koyra!

Tað er heldur einki dulsmál, at tilvitanin um dekk og týdningin av góðum dekkum, ikki er serliga stór. Fólk flest skilja millum summardekk og píkadekk ? og so kanska eisini tað heldur diffusa hugtakið, »heilársdekk« - tá verður oftast hugsað um lamelldekk, sum í veruleikanum eru vetrardekk.

Vit geva okkum heldur ikki nóg stórt far um, hvønn týdning tað hevur, at dekkini eru í lagi, at mynsturdýpdin er tað, hon skal vera, og at vit hava somu typu av dekkum á øllum hjólum. Í hálku snýr tað seg hjá teimum flestu bara um at koma fram ? meðan minni verður hugsað um, hvussu væl vit klára at steðga!

Dekkini eru bindiliðið millum bilin og vegin ? tí hevur tað so alstóran týdning, at hetta samband er so trygt og so gott, sum til ber.