Nógvi hitin fer at vera ein stór avbjóðing fyri dekkini. Michelin og Bridgestone siga Sepang, vera eina tí størstu avbjóðingina í kappingarárinum. Breytin gerst millum 40 og 50 hitastig tá koyrt verur. Í ár ber ikki til at skifta dekk, so hetta krevur nógv av framleiðarunum.
Spenningurin er stórur um tað er Bridgestone ella Michelin sum hevur framleitt besta dekkið í ár? Ein annar spurningur er: hevur nakar framleitt eitt dekk sum ikki punkterar áðrenn teir 310 kilometrarnir eru koyrdir í brennandi hitanum?