Dekkhosur í hálkuni

Brúkarateigurin

 

Normenn hava uppfunnið eina dekkhosu til hálku


Vetur og kuldi eru í nánd, og sostatt hómast eisini vánalig koyrilíkindi, píkadekk og ketur. Tí er tað ein fragd at hoyra um nýggjar loysnir, í hesum føri frá normonnum, ið hava uppfunnið einar hosur úr toyi, til at hála niður um dekkini. Hóast royndir hava víst at hosurnar í summum førum kunnu kappast á jøvnum føti við píka- og vetrardekk, eru tær ikki ætlaðar at koma í staðin fyri hesi, men heldur sum ein hjálp til teirra, sum hava summardekk, og sum óvæntað koma í hált føri. Loyvt er tí einans at koyra 50 km/t við hosum á hjólunum.

Nýggju hosurnar eru úrslitið av einum samstarvi millum norska uppfinnaran Bård Løtveit, eitt tekstilvevarí á Notoddanum og ein friktiónsgranskara í Trondheim, og vórðu tær fyrstu ferð sýndar fram á einari bilmessu í Týsklandi herfyri.

Hosurnar eru vevaðar úr sama toyi sum norska verjan nýtti til ryggsekkir fyrr í tíðini. Sig so tað! Kanska áttu vit føroyingar at tikið kappingina upp og bundið dekkskóleistar úr føroyskari broddaull?


Kelda: www.forbrukerrapporten.fo