Dekkari og skipari - røktari og viðgerðari

SJÚKRASYSTRAR eru at sammeta við dekkarar á einum fiskifari, meðan læknarnir eru at sammeta við skiparan. Hvar í verðini kemur dekkari uppá brúnna og tekur róður í hond og krevur at stýra skútuni saman við skipara og yvirmonnum!!! Nakað soleiðis málbar ein yvirlækni - skipari - seg í sjónvarpinum hóskvøldið, tá leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum var til umrøðu.

HENDA margháttliga samanbering kemur í kjalarvørrinum á avgerðini hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum. Hon kunngjørdi mikudagin, hvussu framtíðar leiðslubygnaðurin skal vera á landsins størsta arbeiðsplássi, Landssjúkrahúsinum.


AVGERÐIN hjá Helenu Dam á Neystabø setir í gildi aftur upprunaliga uppskotið til bygnað, har viðgerð og røkt eru síðustillað við einum læknastjóra og einum sjúkrasystrastjóra men við einum sjúkrahúsleiðara í toppinum.


HETTA hóvar helst sjúkrasystrunum betri enn læknunum. Formaðurin í felagnum hjá sjúkrahúslæknum hevur tískil longu boðað frá, at teir fara ikki at góðtaka hesa gongdina. Hann hevur gjørt greitt, at landsstýriskvinnan við hesi avgerð bert hevur fingið eitt lítið ?pusterúm? tvs. at tað innan ávísa tíð kann henda, at læknaparturin rætt og slætt ikki fer at innrætta seg eftir nýggju loysnini.


TAÐ er so eitt. Men tá læknaformaðurin kemur við myndini og samanberingini millum dekkara og skipara, er hann farin ov langt. Sjálvandi eigur hann at verja sítt fak, men tað tænir ikki framtíðar samstarvi millum fakbólkar og ynskinum um at fáa arbeiðsfrið og eitt vælvirkandi arbeiðsumhvørvi á LS, at læknar nú alment leggja seg út í stríð við røktina og á ein hátt royna at undirmeta hesa.


UTTAN her at skula taka dagar ímillum fakøki og kompetansu, so er tað ein sannroynd, at eitt vælvirkandi sjúkrahús byggir á viðgerð og røkt. Talan er um eitt samspæl, sum kanska onga aðrastaðni er so týdningarmikið í praksis sum júst á einum sjúkrahúsi. Neyvan nakar undirmetir arbeiðið læknar sum heild gera, men teirra arbeiðið er bert hálvt fylgir røktin tí ikki upp. Tí tænir tað ikki nøkrum góðum endamáli, tá framstandandi yvirlækni á so niðurgerandi hátt sum í SVF roynir at leggja sjógv millum bæði fakini. Tørvur er á júst tí øvugta.