Kroatiski bakkurin, Dejan Lovren sum hevur eina fortíð í Liverpool og í Southampton gevst nú á kroatiska fótbóltslandsliðnum. Hetta boðar Dejan Lovren frá í einum opnum brævi til kroatiska fótbóltssambandið.
Millum 2009 og 2022 megnaði Dejan Lovren at spæla 78 landsdystir og skora fimm mál fyri Kroatia. Í hesum tíðarskeiðnum vann HM-silvur við kroatiska landsliðnum í 2018 og HM-bronsu í 2022.
- Tað er ikki lætt at skriva hesi orð, og eg royni at halda tárunum aftur, skrivar ein takksamur Dejan Lovren um tíðina við kroatiska landsliðnum.
Dejan Lovren spælir til dagliga við Lyon í bestu fronsku fótbóltsdeildini.