Málverjin hjá Tjaldrinum seinasta vetur, jugoslavin Dejan Lacok, fer komandi kappingarár at leika við VÍF. Partarnir skrivaðu undir sáttmála mánadagin fyri komandi kappingarár
Jugoslaviski málverjin er ein av bestu málverjunum í landinum, og nú hann gjørdist leysur av sínum sáttmála við Tjaldur, hava vestmenningar ligið framvið.
Formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, er fegin um nýggja leikaran í felagnum.
-Hetta verður avgjørt ein styrkur hjá okkum, og fer at økja um kappingina um málmansplássið í felagnum.
Annar av málmonnum í VÍF, løgtingmaðurin Bárður Nielsen, hevur ikki eins nógva tíð til hondbóltin longur, og tí hava vestmenningar ikki havt tveir tøkar málverjar til allar venjingarnar. Hetta verður so ikki ein trupulleiki longur, nú Dejan Lacok fer at taka kappingina upp við Eli Muller um plássið í málinum hjá VÍF komandi vetur.
Óvist við Dragisa Stojovic
Tað er greitt, at stórskjúttin, Dragisa Stojovic, ikki verður í Tjaldrinum komandi kappingarár. Sum skilst er toppskjúttin í ár áhugahugaður at halda fram at leika hondbólt í Føroyum, og fleiri feløg hava ligið framvið at ogna sær hann.
Í løtuni er tvey feløg upp á tal, men jugoslavin fer ikki at taka støðu fyrr enn í juni mána, hvaðani hann leikar komandi kappingarár.