Hondbóltur
Neistin hevði tamarhald á tí nógva. Stutt undan steðginum líktist tað enntá sorli móti einum KÍF-liði, sum ikki hevði víst tað allarminsta, men altíð stríðsfúsnu kollfirðingarnir svaraðu aftur.
Undan steðginum minkaðu teir munin niður í fýra mál, og nakað inn í seinna hálvleik var øll høllin á gosi.
Ingi Olsen og Karl Oddmar Rasmussen fingu hvør sína útvísing. Og hóast Bergur Lützen hjá KÍF eisini fekk tveir fingrar, so var alt um fara í svart hjá Neistanum.
Tróndur Kragesteen kom ov tíðliga inn, tá hann varð innskiftur, og tað kostaði útvísing, og heilt galið mundi tað blivið, tá Árni Dam var sjey sentimetrar ov seinur, tá Gert Hansen og hann kapprunnu eftir bóltinum. Úrslitið varð, at Ári fekk reytt kort, og so skuldi Neistin í nærum tveir minuttir spæla við tveimum útispælarum móti fimm.
Og tað kundi – og átti kanska eisini – at kosta. 20-16 broyttist til 20-19, og bæði tvær og tríggjar ferðir høvdu gestirnir møguleika at javna. Einsamallir við innskifti Dejan Lacok megnaðu teir tó ikki at skora, og so reið Neistin stormin av.
Teir skoraðu tey fýra næstu álopini, og so knekkaði annars ósvikaligi stríðsviljin hjá kollfirðingum, sum at enda máttu leggja rygg til greitt tap.
Kollfirðingar væl fyri
Støðan, har Dejan bjargaði Neistanum, hevði neyvan verið hugsandi, var tað nakað annað lið enn akkurát KÍF, sum Neistin spældi ímóti.
Fram um alt, so hava kollfirðingar ferð eftir ferð prógvað, at teir stríðast til seinasta bríkslið av einum hondbóltsdysti, og soleiðis var eisini hesaferð.
Væl stuðlaðir av áskoðarunum, sum rúgvaðu bróðurpartin av teimum 400, sum vóru í høllini, noktaðu kollfirðingar at geva seg yvir. Ási Dam var kanska leikbannaður, men tað bilti ikki tað heilt stóra, hóast Neistin eitt skifti hevði hug at leypa heilt avstað.
At tað so ikki bar á mál hesaferð, ger kanska minni hjá KÍF. Í løtuni er ilt at síggja nakað av hinum fýra liðunum, sum stríðast um at møta Neistanum í finaluni, taka kollfirðingar, sum framvegis hava alt at spæla fyri.
Fakta um dystin
Neistin-KÍF 34-25 (15-11)
10 min: 4-3
20 min: 11-5
40 min: 20-16
50 min: 28-22
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 10(2), Sjúrður Thomassen 5, Ingi Olsen 5, Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 5, Tróndur Kragesteen 2, Jákup Apol Hentze 1, Kristian Dulavík 1
KÍF: Regin Petersen 6, Andrias Nielsen 5, Rógvi Weyhe 3, Niklas Reginsson 3(1), Suni Johannesen 3(2), Tony Weyhe 3, Gert Hansen 3
Brotskøst: Neistin 4, KÍF 5
Útvísingar: Neistin 5, KÍF 7
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt), KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen










