Deja Vu verður 6. bólkur á pallin

Lutakastið um raðfylgjuna, ið bólkarnir spæla á GBOB finaluni í London, hevur givið Deja Vu eitt 6. pláss, væntandi er hetta eitt sera gott pláss.

GBOB

Lutakastið um raðfylgjuna í GBOB heimsfinaluni endaði væl fyri Deja Vu. Bólkurin verður 6. bólkur á pallin í kvøld. Hetta kunngjørdu fyriskipararnir á fundi fyri luttakararnar í gjárkvøldið. GBOB finalan verður hildin í víðagitna spælistaðnum mitt í London, The London Astoria. Hon fer av bakkastokki umleið kl. 19.00 og Deja Vu fer eftir ætlan á pallin kl. 20.00. Tá skuldu áskoðararnir verið hitaðir upp, og samstundis eru oyrini hjá áskoðarum og dómarum enn rættiliga frísk. Tað var ein sannroynd í fjør, at tá síðstu bólkarnir fóru á pallin var bikarið hjá áskoðarunum langt síðan fult. Tí er tað gleðiligt, at Deja Vu ikki endaði millum síðstu bólkarnar.
Um miðnáttarleitið fer GBOB vinnarin í fjør Kopek úr Írlandi á pallin at framføra nøkur løg, meðan dómsnevndin ger av hvørjir bólkar manna tey fremstu seks plássini.
Raðfylgjan, ið spælt verður í kvøld er hendan:
19.00 Silver/Niðurlond
19.12 House Of Ghosts/Serbia
19.24 Cody/Danmark
19.36 Svet Boogie Band/Hvíta Russland
19.48 Sixteenth Solid Spread/Spania
20.00 Deja Vu/Føroyar
20.12 Amplify/Týskland
20.24 Blind Friday/Írland
20.36 Perla/Ísland
20.48 Nuumak/Italia
21.00 Flare Odds/Japan
21.12 The Moving Pictures/Svøríki
21.24 Electric Co/Meksiko
21.36 Bizali/Ongland
21.48 Crescendo/Teiland
22.00 De Ja Groove/Avstralia
22.12 Senit/Noregi
22.24 Bolshoy Kush/Russland
22.36 Heavy Mojo/USA
22.48 Millenium/Moldova
23.00 Estrella/Skotland
23.12 Lonehill Estate/Suður Afrika
23.24 Etwas UndersvUkraina
23.36 Ninja Pigeon/Wales
23.48 The Broken Hearted/Kanda
00.00 Kopek/Vinnari í fjør, Írland