Deja Vu til Vágs

Leygarkvøldið 28 apríl fær Stóra Pakkhús aftur vitjan av vælumtókta bólkinum DejaVu.

Síðan seinastu vitjan í fjør hevur Deja-Vu rættliga gjørt um seg. Teir vunnu GBOB kappingin og vóru eisini í London seint í heyst og kappaðust í hesum sambandi.

 

Deja Vu er millum best umtóktu bólkar, ið hava verið í Stóra Pakkhúsi. Teir skapa góðan stemning, spæla góðan tónleik - og hetta dámar teimum vitjandi.

 

Konsertin við Deja Vu er leygarkvøldið 28. apríl, húsið er opið frá kl. 22.00 - 04.00.