Teir gjørdust nummar tvey til Prix Føroyar í 2003, og síðani tá hava teir verið eitt heitt navn innan føroyska tónleikaheimin. Og tað er eisini innan tónleikin, teir eru mest kendir. Men fríggjadagin leitar tónleikabólkurin Deja Vu á heilt nýggjar leiðir, tí tá lata teir upp eina myndaframsýning. Ein myndaframsýning við umleið 200 stemningsmyndum fer í fimm dagar at prýða veggirnar í Smiðjuni í Lítluvík.
Fløga á gáttini
Ætlanin var upprunaliga, at myndaframsýningin skuldi vera samstundis við ta leingi væntaðu fløguútgávuna. men pengatrot hevur gjørt, at fløgan er vorðin seinkað.
? Vit ætla tó, at fløgan skal koma út í nærmastu framtíð, siga teir fýra í Deja Vu, Flóvin, Líggjas, Rógvi og Rúni, sum tó ikki vilja seta eitt neyvt dato á.
Fløgan er tískil á gáttini, men enn vantar ein stór peningaupphædd, og tí fáa teir ikki sett punktum á. Mestsum alt er upptikið, men enn manglar mixing og nakrar fáar innspælingar.
? Framsýningin er so ætlað at skapa ein stemning rundanum fløguna og tónleikin, verður greitt frá.
Umframt sjálvar myndirnar verða eisini myndaalbum, har tað ber til at síggja privatar myndir, sum teir hava tikið millum annað á ferð í Danmark.
? Okkum hevur altíð dámað væl at taka myndir, siga teir og leggja skemtandi afturat, at teir hava eitt motto, sum ljóðar, at »tað er týdningarmikið altíð at taka nógvar myndir«.
Tað fer eisini at vera møguligt at keypa myndir, um ein hevur til tess. Tær fara at liggja frá 200 krónum og uppeftir. Fløguhúsin skal vera eitt fotoalbum, sum lýsir stemningin í løgunum, men eru tær myndirnar ikki við á framsýningini. Bíðað verður við teimum til sjálv fløgan kemur út.
Dent á góðsku
Leingi er tað, ið væl skal vera, verður tikið til. Og hetta er júst tað, ein kann seta í samband við fløguna hjá Deja Vu. Hon hevur leingi verið í væntu, men teir fýra í bólkinum leggja stóran dent á, at fløgan skal verða góðskugóð. So mugu pengarnir koma í aðru røð. Millum annað hava teir verið niðri í vælumtókta Lundgård Studio í Danmark og tikið upp, og tað kostar. Eisini skal navnframi Óli Poulsen mixa. Prísurin fyri at gera fløguna man fara at liggja millum 300 og 350.000 krónur, tá hon er liðug.
Teir ásanna eisini, at við myndaframsýningini skapa teir nakrar væntanir millum fólk um, at fløgan fer at koma út skjótt, og tað fer eisini at seta krøv til teir soleiðis, at teir fáa hana lidna so skjótt sum møguligt.
? Tað er strævið, at fløgan ikki kemur út, men vit vilja altso, at hon skal hava góðsku. Pengarnir skulu ikki verða ein forðing, siga teir, og vísa flennandi á, at tað er júst tað, sum pengarnir eru vorðnir.
Nú er tó myndaframsýningin, sum tað snýr seg um, og letur hon upp fríggjadagin 21. januar. Saman við myndunum verður møguligt at hoyra ymisk tónleikabrot hjá bólkinum.