Deja Vu og Peter Smith á Føroyar/Danmark konsertferð

24.-26. november fara Deja Vu og danski Peter Smith at spæla í Havn, Vági og Klaksvík, hetta er onnur av seks konsertferðum við føroyskum og donskum bólkum í vetur.

FO/DK konsertferðir
 
Danski sangarin, tónleikararin og tónasmiðurin Peter Smith er danska navnið, sum síðsta vikuskiftið í november skal ferðast kring Føroyar saman við einum føroyskum bólki. Deja Vu umboða Føroyar á konsertunum.
 
Hetta er onnur konsertferð av seks, sum verða hendan veturin. Í oktober vóru Páll Finnur Páll, Julie Maria og The Souveneirs á rundferð, og bæði fyrireikarar og tónleikarar vóru stak væl nøgd við konsertirnar. Tær vórðu rættiliga væl vitjaðar, hóast ódnarveður var teir daganar.
 
Tiltakið verður fyriskipað í felag av Norðurlandahúsinum, FUT (Føroya Undirhalds Tónleikarafelag), DJBFA (Dansk Jazz Beat & Folkemusik Autorer) og DAT (Dansk Artist Forbund). Við stuðli frá Atlantic Airways.
 
Fyrsta konsertin verður í Kagganum hóskvøldið 24. november kl. 20.00. Tann næsta konsertin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjakvøldið 25. november kl. 21.00, og tann seinasta í Atlantis í Klaksvík, leygarkvøldið 26. november kl. 19.00.

Lagt verður upp til 3 intimar konsertir har tónleikurin verður settur í fokus. Eisini verður roynt at gera kvøldið hugnaligt við at bjóða gestunum ókeypis kaffi/te og vaflur afturvið. Kostnaðurin fyri alt tiltakið er einans 90 kr. Skúlanæmingar sleppa inn fyri hálvan prís
 
Endamálið við konsertferðunum er at geva tónleikabólkum úr báðum londunum høvið at koma út um landoddarnar at spæla tónleik. Næsta ár er ætlanin, at føroyskir bólkar skulu fáa høvið at fara á konsertferð við donskum bólkum í Danmark.