GBOB vinnararnir í Deja Vu fara á pall í Syðrugøtu, tá G!Festivalurin verður hildin, í fjør var konsertin hjá teimum illa órógva av streymsliti á lítla pallinum Deja Vu byrjaðu í 2000 og hava síðani vunnið GBOB 2006, næstan vunnið Prix Føroyar í 2003, givið út fløguna ?A Place To Stand On? og annars spælt ótalligar konsertir.
Deja Vu hava á henda hátt staðfest seg millum teir mest rutineraðu og álítandi bólkarnar á føroyska tónleikapallinum.
Teir spæla sýrutan popp-rokk, ið er eyðkendur av vøkrum akustiskum gittara, vintage ljómborði, tryggari rútmusektión og høgtsveimandi melodiunum hjá báðum oddafiskunum Flóvin og Líggjas.
Ljóðið er detaljerað, flótandi og eitt sindur skitsofrent, sum eyðkennir teir í veruleikanum einfaldu sangirnar hjá Deja Vu. Nýggja tilfarið, ið teir hava skrivað, og fara at framføra á G! Festival sigst at vera rokkutari og sostatt (upp aftur) betri í konserthøpi.
Tí gleða vit okkum nógv at hoyra Deja Vu á palli aftur á G! í summar.