Deja Vu - allir á háskúla saman

TUTLTÍÐINDI

Allir limirnir í einum av nýggju bólkunum í Føroyum Deja Vu hava gjørt av at fara á tónleikaháskúla saman. ? Vit fara fyri at fáa nýggja inspiratión, læra meira, soleiðis, at vit vónandi kunnu gera nakrar feitar útgávur aftan á tað, sigur ein av oddamonnunum Líggjas Olsen. Men áðrenn farið verður, skal bólkurin á pall á ólavsøkukonsertini

Teir ætla sær allir á háskúla saman.
? Vit fara fyri at fáa nýggja inspiratión, læra meira, soleiðis, at vit vónandi kunnu gera nakrar feitar útgávur aftan á tað.
Ambitiónunum bila onki hjá rættiliga nýggja bólkinum Deja Vu. Bólkurin spældi á fyrsta sinni 11. november ár 2000. Í Kagganum. Og veðrur lurtað eftir nýggju live fløguni hjá FUT ?Livandi Tónleikur?, har Deja Vu er við, eru øll tekin í sól og mána um, at bólkurin hevur nakað at hava ambitiónirnar í.

Sum faðir so sonur...
Tað sum kanska serliga eyðkennir bólkin er, at her eru tveir profileraðir sang skrivarar. Líggjast Olsen skrivar og tað sama ger Flóðin E. Viderø. Latið okkum bara fáa tað sagt beinanvegin: Báðir hava fingið gott í beinið. Líggjas er vaksin upp í klassiskum tónleikaumhvørvi og pápin er ongin minni enn tónleikaleiðarin í ÚF Ove Olsen.
? Eg eri tann einasti í familjuni, sum spælir rock, sigur Líggjas, sum byrjaði at spæla keyboard, tá hann var 14 ár. Í seks ár spældi hann eisini fiól. Men tað datt niðurfyri. Og at syngja?
? Tað hevur altíð kenst náttúrligt, sigur Líggjas
Og Flóðin. Ja, hann er abbasonur tann Flóðin, ið sjungrar við harmonikkuni hvørt leygarkvøld. Og pápin? Ja, hann hevur skrivað eitt av størstu hit-løgunum í Føroya søgu: Syngja Sama Lag.
Flóðin byrjaði at spæla guitar tá hann var sjey og hann skrivaði sítt fyrsta lag, tá hann var 14 ára gamalur.
At Flóðin hevur fingið sama melodiska tev, er tað alt sum bendir á. Hetta hoyrist á ?Livandi Tónleikur?, har Flóðin eisini framførur eitt lag hann sjálvur hevur skrivað við bólkinum Scheilia?s Summer Sheep.
Hetta er pent. Deja Vu hinvegin er ikki bara pent. Har er eisini kantur á. So kanska hevur tað okkurt við samanspælið millum Flóðin og Líggjas at gera?
? Ja, vit plaga Í spølni at siga, at eg eri Lennon og Flóðin er McCartney, sigur Líggjas.
? Eg vil kanska hava, at tað skal vera eitt sindur mystiskt. Ja, dragi tað meira tann sýrutta vegin. Men tað er framvegis pent! Leggur Líggjas aftrat.

Allir dáma Sting
Hinir limirnir í bólkinum eru Vestmenningurin Rúni W. Højgaard og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er hann sonur sangaran Ólavur Højgaard í navnframa bólkinum Vestmonnum. Sum flestu ungu trummuspælarar við respekt fyri sær sjálvum, so elska Rúni bólkin Dream Theatre. Og eisini Sting.
Ja, Sting gongur aftur allastaðni á persónliga hitlistanum hjá limunum í Deja Vu. Eisini hjá bassspælaranum Rógva, sum umframt Jaco Pastorius nevnir Sting sum sína fyrimynd. Her er ein felagsnevnari. Annars eru tað nøvn sum Jeff Buckley og Radiohead, ið eisini eru á hitlistanum hjá bæði Líggjas og Flóðin. Og tey, sum hava hoyrt Deja Vu, munnu ásannað at hesin íblástur hoyrist aftur í teirra egna tónleiki.

Melodiur telur
Hvat ger so ein góðan sang í huginum hjá Deja Vu?
?Tað má vera, tá allir føla, at hetta er gott, sigur Líggjas og hann leggur aftrat:
? Eg haldi, vit allir leggja dent á at tað skal vera ein góður melodiur, okkurt sum fangar. Dynamikkur er eisini týdningarmikið. Og so skal tað helst vera nokk so stórt. Mær dámar væl at byggja upp við keyboardljóðum, har vit royna at fáa ein breiða ljóðmynd. So haldi eg eisini, at vit kanska royna at hava okkurt eitt sindur mystiskt við.

Hví navnið Deja Vu?
? Tað hevur jú eisini eitt sindur av mystikki við sær. Eg veit ikki ordiliga. Vit hildu bara, at tað ljóðaði gott.
Og tað er júst tað, tað ger hjá Deja Vu á nýggju fløguni ?Livandi Tónleikur? og tað vónandi teir eisini tað fer at gera leygarkvøldið, tá teir fara á pall.
Líkindini fyri góðum ljóði skuldu verið góð, tí tað verður ongin minni enn Flemming Hanson Junior, ið fer at mixa.