Deja Vu

   

Líggjas Olsen ? sang og ljómborð
Flóvin E. Viderø ? sang og gittar
Rói Christiansen ? gittar
Rógvi Rasmussen ? bass
Rúni W. Højgaard ? trummur

Deja Vu var stovnaður í 2000, tá ið bólkurin Siesta fekk ein nýggjan gittarspælara. Navnið á bólkinum var tá broytt til Deja Vu. Síðani hava teir spælt til ymisk tiltøk, so sum Prix Føroyar 2001, miðnámsveitsluna 2001, til dans og eisini hava teir spælt akkustisk sett á caféum.
Í 2002 vóru teir við í eini tónleikakapping í Grenå, og har endaðu teir sum nummar 2 av 10 bólkum. Síðani august hava 4 av manningini verið á tónleikaháskúla í Vig í Danmark.
Tónleikurin er heimagjørdur við inspiratión frá nógvum ymiskum bólkum so sum Sting, Radiohead, Turin Brakes og Elbow. Teir royna tó at gera nakað, teir kunnu kalla egið.
Aftaná Prixið er ætlanin at fara í holt við at gera eina fløgu. Um alt gongur væl, kemur hendan út seinni í ár.