Deiligt í Silvalandi

- Her er deiliga hugnaligt í Silvalandi, og børnini hugna sær orduliga, sigur Bergfríð Joensen úr Klaksvík, nú hon er farin ein túr oman í Silvalandið á Summarfestivalin at hugna sær við børnunum.

 

Bergfríð sigur at hon heldur Silvalandið verða ordiliga stuttligt, og hevur nógv at bjóða børnunum. Dóttur og sonur hennara, ið eru ávíkavíst 1 og 4 ár, vóru eisini ein túr í Silvalandinum og hugnaðu sær í gjár, og vóru longu klár til at fara aftur í spælilandið í dag.

 

- Tey hava bæði hoppað og eti bæði popkorn og ís, og so er tað so deiligt hjá teimum, at her er gott pláss at renna runt, sigur Bergfríð, og leggur afturat at hóast tey hoyrdu Bubu í gjár, so gleða tey seg til at hoyra hann enn einafer tá ið hann trínur á pallin um eitt bil.

 

Spurd um, um tað er nakað, ið hon heldur kundi verið betri við Silvalandinum sigur Bergfríð, at tað er eitt sindur keðiligt at ongar hoppiborgir einans eru til tey smærru børnini.

 

- Gott nokk eru nakrar hoppiborgir bert upp til 5 ár, men tað er eitt øgiliga stórt glopp ímillum hvussu tey 1-2 ára gomlu børnini hoppa, og so tey 4-5ára gomlu, so tað er ein alt ov stórur aldursbólkur, sigur Bergfríð.