Um vikuskiftið vitjar danski poppsangarin Bryan Rice í Føroyum. Hann buldraði fram í Danmark og Føroyum fyri fimm árum síðani við sanginum No Promises, sum framvegis er ein nógv spældur sangur á útvarpsstøðum í Danmark.
- No Promises hevur gjørt munin fyri meg, og sangurin hevur eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta. Og í dag, fimm ár eftir at sangurin varð útgivin, elski eg framvegis at syngja sangin. Eg verði bara glaður, tá ið eg hugsi um No Promises, og eg kundi ikki funnið upp á at farið av einum palli uttan at hava sungið handan sangin, sigur Bryan Rice.
Hann hevur verið í Føroyum og sungið meira enn einaferð, men nú er liðin nøkur ár, síðani hann var her seinast.
- Tað er deiligt at sleppa aftur til Føroya at syngja. Tað er blivið eitt sindur langt síðani, at eg var í Føroyum, so nú verður gott at koma aftur, sigur Bryan Rice.
Bryan Rice verður at hoyra í SMS, á Rex og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um vikuskiftið.










