Deiligt at skora

Claus Bech Jørgensen fegnaðist sjálvandi um málið hjá sær og føroyska avrikið annars, men mikudagin verður hann ikki partur av føroyska hópinum

Nicosia, Cypern: Tað var sjónligt, at Claus Bech Jørgensen ikki tað serliga gott eftir dystin leygardagin. Ein ordans lufttúrur beint undan steðginum viðførdi, at eitt rivjabein var brotið, og tí er ikki hugsingur hjá honum at vera við, tá Føroyar fara at takast við Írland mikudagin.
Undan hesum hevði Claus tó gjørt nógv um seg, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um tað verður sagt, at hann helst stóð fyri besta føroyska avrikinum hesa løtuna. Og at tað so eisini varð krýnt við einum góðum stútara til 1-1, mundi ikki gera lagið verri.
- Tað er heilt víst, at hatta var ein góð kensla. Talan var um eitt framúr innlegg frá Súna, og tá eg so fekk timað mína renning rætt, so er tað ein bóltur, sum er sera trupul at byrgja upp fyri.

Høvdu takið
Tá tosið fall inn á tey trý korterini, sum Claus var partur av dystinum, helt leikarin sjálvur, at hann alla tíðini spældi við kensluni av, at hetta kundi bera til.
- Vit tosaðu sjálvandi nógv um hetta áðrenn dystin, og uppleggið hjá okkum var, at halda eina góða skipan á liðnum, og so royna at skapa nakrar kontra-møguleikar. Men tað vísti seg skjótt, at teir avgjørt vóru til at tosa við, og sjálvur haldi eg, at vit høvdu eitt sera gott tak á dystinum.
- Teir vildu øgiliga gjarna flyta bóltin nógv runt, men tá vit royndu at trýsta, so gjørdu teir fleiri ferðir mistøk, og so ráddi um at gera sær dælt av hesum. Tað megnaðu vit so eisini í ávísan mun, og tað er gott, at tað eydnaðist at fáa stig burtur úr dystinum, helt skaddi málskjúttin hjá føroyska liðnum at enda.