Deiligt at møta Oddmari aftur

Teir fýra klaksvíksdreingirnir Oddmar á Lakjuni, Rógvi Laksáfoss, Rúni Dragaberg og Sigmund Jacobsen vóru farnir ein túr á Summarfestival ?Mær dámar stak væl Summarfestivalin. Ikki akkurát tí, at tónleikurin sigur mær so nógv, men meira tí, man møtir nógvum fólki,? sigur Sigmund.

?Ja, man møtir nógvum gomlum vinmonnum og kenningum, sum man ikki hevur sæð í langa tíð. Av bólkum, sum eg vil hoyra, er tað fyrst og fremst Pætur við Keldu. Hann spælir so ótrúliga vælr,? sigur Oddmar.

?Eg má siga, sum er, at eg eri spentast upp á Westlife. Eg havi ongantíð verið ein stórur fjeppari sum so, men teir verða heilt sikkurt eitt upplivilsi,? sigur Rúni.

?Hjá mær er tað einki at snakka um. Eg helt tað vera heilt fantastiskt at møta Oddmari aftur, tí vit búgva í hvør sínum landi og síggjast tí ikki so ofta. Tað hevur verið tað besta,? sigur Rógvi, meðan hann tekur um vinmannin hjá sær.